Jesus Kristus, vinur góði

Ludvig Mathias Lindeman
Orð: Sámal P. Hansen
Lag 1: Ludvig Mathias Lindeman, Leivur Guttesen

1. Jesus Kristus, vinur góði,
loysti míni syndabond,
frelsti meg við sínum blóði,
leiðir meg við kærleikshond!

2. Fagurt verður har at vera,
heima, Harra mínum hjá;
frelst og einglar lovsong bera,
og vit loyst hans ásjón sjá.

3. Øll, sum á teg, Jesus, trúgva,
eiga bústað har hjá tær,
skulu ævigt hjá tær búgva,
fegnast allar ævir har!

FavoriteLoadingGoym tekstin