Jesus, lat várt hjarta hvíla

Johannes Alfred Hultmann
Orð og lag: Johannes Alfred Hultman
Týtt: Árni Jacobsen

1. Jesus, lat várt hjarta hvíla,
nú, vit savnast um títt orð,
metta várar svongu sálir
við títt ríka náðiborð.
Tala tú nú í tí stilla,
lat tín Anda okkum fylla,
lat ei Satan okkum villa
gjøgnum lívsins royndartíð.

2. Tú, áh, Harri, sjálvur segði:
„Biðið, og tit skulu fá!“
Tí til tín vit aftur koma,
meira kraft at fá tær frá,
so vit málið skulu náa,
gylta sigurskransin fáa,
eftir heilaggering tráa
gjøgnum lívsins royndartíð.

3. Undir tínum veingjaskugga
har vit finna hvíld og ró.
Jørð og himmal skulu hvørva,
tíni lyfti halda tó.
Okkum tú til dýrd skalt bera,
okkum lík tær sjálvum gera.
Ævigt svunnin tá skal vera
henda lívsins royndartíð.

FavoriteLoadingGoym tekstin