Jesus lítur av Himli til tín

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Sólrun Abrahamsen

1. Jesus lítur av Himli til tín,
Hann vil leiða teg trygt heim til Sín;
Hann uggar teg betur enn nakar á jørð,
sum sólin teg fløva kann Hansara Orð.
Og hevur tú ei sæð Hann, Hann er
handan himmalsins stjørnuher.
Hann leiða teg kann,
um tú rópar á Hann,
Hann Himmalin fyri teg vann.

2. Tá eg lesi Hans Orð, er Hann har,
og Hann sál míni kemur so nær.
Guðs Orð er ein lykt og eitt ljós mær á leið,
er Vegurin smalur, eg óttist tó ei.
Eg veit Hann ger til reiðar ein stað,
heilt og fult eg líti á tað!
Tá eg doyggja her skal
og skal siga farvæl,
í Himli tá veri eg sæl.

3. Hevur tú ei givið Honum títt ja?
Skunda tær og ger tað av nú í dag!
Hann krossdeyðan leið, ja, Hann spardi Seg ei,
virðir tú einki tann straff, sum Hann leið?
Og hevur tú ei sæð Hann, Hann er
nú í hesi løtuni her;
lova Honum nú inn
í títt hjarta og sinn,
eitt pláss við Hans hjarta tær finn.

FavoriteLoadingGoym tekstin