Jesus livir, grøvin brast

Orð: Johan Nordal Brun
Lag: Johann Rudolph Ahle
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus livir, grøvin brast,
deyðin ei kann honum halda,
troystin er sum fjallið fast:
Deyði hans og blóð skal galda;
segl og steinur sett var yvir,
men tað brast, og Jesus livir.

2. Eg nú vinni, Jesus vann,
deyðin veik, og lívið ræður;
Satan bundið hevur hann,
gevur frið, og lív í ævir,
Himmalin eg opnan finni,
Jesus vann, og eg tí vinni.

FavoriteLoadingGoym tekstin