Jesus livir, Jesus livir

Victor Danielsen
Orð: Daniel W. Whittle
Lag: James McGranahan, J.A. Hultman
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus livir, Jesus livir,
Friðarkongur, vón í stríð,
Harri, Frelsari í ævir,
ja, hann livir alla tíð!

Niðurlag:
Jesus livir, Jesus livir,
Jesus livir, hann mítt alt!
Komi ljós, og komi myrkur –
Jesus livir, hann, mítt alt!

2. Áh, tú livir, himmalbreyð mítt,
altíð nær er náði tín!
Ja, tá veikastur eg eri,
Jesus livir, friður mín.

3. Følni tað, á fold má følna,
komi frost, har blóman stóð,
verði myrkt, har sólin vermdi –
Jesus, ljós mítt, livir tó!

4. Fækkist vinir dag frá degi,
tagni rødd, sum gleddi meg!
Ein er eftir: Jesus livir –
Harri, ei eg missi teg!

5. Tá av jørð hann heim meg kallar,
stilt hin síðsta byrðin fer;
Jesus livir, Jesus livir!
Túsund ferðir troyst tá er.

FavoriteLoadingGoym tekstin