Jesus loyst úr synd meg hevur

Elisha A. Hoffman
Orð: Elisha A. Hoffman
Lag: B.C. Oyler
Týtt: Petur William Háberg

1. Jesus loyst úr synd meg hevur,
fríur, fríur eri eg,
hvønn dag nýggja kraft mær gevur,
fríur, fríur eri eg.

Niðurlag: Halleluja, halleluja,
Jesus frelsti meg,
halleluja, halleluja,
fríur, fríur eri eg.

2. Tá eg læt mítt egna fara,
fríur, fríur varð eg,
og meg leit á Jesus bara,
fríur fríur varð eg.

3. Hvørt eitt band, sum áður bant meg,
nú er loyst, ja, nú er loyst.
Jesu kærleiki jú vann meg,
gav mær gleði, frið og troyst.

FavoriteLoadingGoym tekstin