Jesus mær givið hevur barnakor hjá Sær

Orð og lag: Sigv. Engeseth
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Jesus mær givið hevur barnakor hjá Sær,
takk fái Hann fyri tað!
Alt, sum er Hansara, Hann hevur givið mær,
takk fái Hann fyri tað!
Fríur frá synd og deyð eg eri eins og Hann,
við Sínum hjartablóð’ mær hetta frælsið vann;
dýrt Hann meg keypti, eg má syngja tað eg kann:
Takk fái Hann fyri tað!

2. Mítt skal tað vera, alt tað sum Hann hevur gjørt,
takk fái Hann fyri tað!
Umsorgan Hansara ber gjøgnum smátt og stórt,
takk fái Hann fyri tað!
Alt kennir Hann, sjálvt tá eg tømi beisku skál,
alt til tað besta vendir fyri mína sál;
beiskt eins og søtt skal gera at eg nái mál,
takk fái Hann fyri tað!

3. Signaðan arv í Himlinum Hann goymir mær,
takk fái Hann fyri tað!
Skjótt skal eg stíga inn um Perluportrið har,
takk fái Hann fyri tað!
Har óforgongiligan krans Hann rættir mær,
krúna mín skína skal, sum sólin tá hon sær;
tá skal tað sannast hvør, ið Hansara her var!
Takk fái Hann fyri tað!