Jesus, mær rætt tína hjálpandi hond

Orð: Anders Olsen Svorkmo
Týtt: Hansina Johannesen

1. Jesus, mær rætt tína hjálpandi hond,
troyttist eg á mínum veg!
Styrk mína veiku og bivandi ond,
slepp mær ei, biði eg teg!
Fúsan meg ger til at ganga ta leið,
sum tú í stríðinum vildi, eg steig!
Tú hevur sagt mær, at tú elskar meg,
løn frá tær fáa skal eg.

2. Gud, lat meg syngja um Jesus, bert hann,
tá alt mær gongur ímót!
Og tá ið Jesus bert fata meg kann,
glað er mín sál við hans fót.
Og tá ið Satan meg upp slúka vil,
hjálp mær tá krossin at halla mær til!
Har vil eg biðja og bíða á teg,
til tú vilt kalla á meg.

3. Tá skal eg syngja um Lambið og Gud,
sjálvt gjøgnum tárini her;
skjótt skal mær friðurin falla í lut –
Jesus, mín vinur jú er!
Ongantíð skal eg tá angra ta tíð,
sum her á foldum eg livdi í stríð;
nei, tá við krúnu eg frelstur skal stá
Harranum Jesusi hjá!

4. Signaða stund, tá mín sál flytur glað
heim til at vera hjá tær!
Longu í trúnni eg síggi hin stað,
tú hevur tilbúgvið mær.
Lyft teg, mín sál, yvir sorgir og stríð!
Landið tú eigur, sum Jesus er í;
brimduna líkur skal songurin tá
ljóða har, Harranum hjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin