Jesus mangan hevur kallað, sál, vend um til hann

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: Jesus har alt længe søgt dig

1. Jesus mangan hevur kallað, sál, vend um til hann,
hugsar tú ei nakrantíð um synd og dóm og bann,
hevur ongantíð tú kent til hjartans stóru neyð?
Uttan hann er lív títt spilt og enda vil í deyð.

2. Ei hitt burturvilsta lambið sjálvt til heimið vann.
Hirðin kærleiksfullur søkti, inntil hann tað fann.
Gleið tað enn í brøttum líðum, og var stórt tess fall,
Hirðin trúgvur kom til hjálpar, hoyrdi lambsins kall.

3. Kom til heimsins Frelsara, ver skjótur, drála ei,
trúgv á hann, sum hjartað kennir, veit um tína leið,
barn tú verður, barn Guds Faðirs, og hann er tær nær;
tá ið Jesus leiðir teg, tú alt í honum fær.

4. Leið til Jesus onnur, meðan dagur líður her,
enn er náðihurðin opin, men mót nátt tað ber;
sigra skalt tú heilt við honum, lít hans lyfti á.
Hann, ið hjálpir og teg varðar, vera skal tær hjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin