Jesus meg elskar – undurfull náði

Victor Danielsen
Orð: Jacob Wakefield MacGill
Lag: Édouard Antoine Batiste
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Jesus has loved me, wonderful saviour

1. Jesus meg elskar – undurfull náði!
Jesus meg elskar, eg veit ikki, hví;
dult er tað nú í Guds æviga ráði,
sál mín tó hvílir hans kærleika í.

Niðurlag: Lovaður, Jesus, Frelsari stóri!
Tær skal eg takka hvønn dag niðri her;
lovaður, Jesus! Ein dag eg teg síggi,
fullkomna tøkk tá mítt hjarta tær ber.

2. Jesus meg frelsti – undurfull náði!
Fyri mær himmalska sólin upp rann;
hjarta mítt nívdu fyrr angist og váði,
skuldina, straffina burtur tók hann.

3. Jesus meg leiðir – undurfull náði!
Hvat ger tað tá, um eg ikki veit, hvar! –
Mangan er toka, og royndir eg fái;
einki tó sakar meg, er hann bert nær.

4. Jesus skjótt kemur – undurfull náði! –
Kemur at heinta meg nú skjótt ein dag;
ævigt er svunnin burt ófriður, táið
eyga mítt skoðar hin himmalska stað.

FavoriteLoadingGoym tekstin