Jesus meg hevur sett hvønn dag

Orð og lag: W. J. Kirkpatrick
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Jesus meg hevur sett hvønn dag
:,:undir Sítt blóð!:,:
Hann synd og frykt og iva tók
undir Sítt dýra blóð!

Niðurlag: Vegna Títt blóð, Títt dýra blóð,
djúpt í tí reinu heilsuflóð
reinsaður verði eg dag um dag,
í Tínum dýra blóð!

2. Frístað syndarin finnur bert
:,:í Tínum blóð!:,:
Her nýggjur skapningur ein gerst
gjøgnum Títt dýra blóð!

3. Einans Andin kann fylla meg
:,:vegna Títt blóð!:,:
Hond Tín leiðir meg rættan veg,
vegna Títt dýra blóð!

4. Nú hjartað eigur sælan frið
:,:í Tínum blóð!:,:
Guðs gávur gevur Tú mær við
gjøgnum Títt dýra blóð!

5. Tín Andi, Guð, frá stund til stund
:,:vegna Títt blóð:,:
mær varðar reina hjartans grund,
vegna Títt dýra blóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin