Jesus, mín bøn er, at eg kann sjá

Orð og lag: Kristin Voll Tesdal
Týtt úr svenskum: Hallgrim Miðberg

1. Jesus, mín bøn er, at eg kann sjá,
meiri mín veikleik, meir mína synd.
Tú gerst størri, eg skal minka,
mær tørvar hjálp, og tú sigur við meg:

Niðurlag: „Kom til mín, tú sum strevar,
kom til mín og fá frið,
kom til mín og fá hvílu.“

2. Jesus, mítt lív eg geva vil,
so eg kann tæna tær alla tíð.
Nýt meg sum amboð í tíni hond,
so eg kann bera tey boðini út:

Niðurlag: Far til hann, tú, sum strevar,
far til hann og fá frið,
far til hann og fá hvílu!

FavoriteLoadingGoym tekstin