Jesus mín frelsa er

Orð og lag: Finn-Arne Lauvås
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Jesus mín frelsa er,
leið mín mót Himni ber,
sál mín varð frelst við at líta á Jesus, Guðs Lamb.
Eg royndi mín egna veg,
men fastan eg rendi meg,
tó frelstur eg varð við at líta á Jesus, Guðs bløðandi Lamb.

Niðurlag: Nú ber leið mín heim til Lívsins Lond,
sál mín er frelst, Jesus, Hann tók mína hond.
Brotið er Satans vald,
trælatíðin er tald,
mín sál hon varð frelst við at líta á Jesus, Guðs bløðandi Lamb.

2. Sí, tíðin hon rennur skjótt,
Jesus, Hann kemur brátt;
ert tú til reiðar, á, sál, er tín synd tváað burt við Hans blóð’?
Dóm tín Hann tók á Seg,
straffin Hann bar fyri teg,
tín sál verður frelst við at líta á Jesus, Guðs bløðandi Lamb.

3. Hjarta mítt eigur frið,
sum Hann hevur fylt meg við,
eg hjartafrið fann meðan heimurin leikar í kring meg!
Sál mín varð endurloyst,
og Jesus er vorðin mín troyst;
mín sál hon varð frelst við at líta á Jesus, Guðs bløðandi Lamb.

FavoriteLoadingGoym tekstin