Jesus, mín Frelsari, er mildur og eymur

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Jesus, mín Frelsari, er mildur og eymur,
søtari er fyri mær Hann enn nakar dreymur!
Krossins deyða leið, men í kraft Hann nú livir,
sigur ævigan Hann vann.

Niðurlag: Syng eitt hallelujalag,
syng um Jesus hvønn ein dag!
Honum prís vit bera,
Hann vár hjálp skal vera,
syng eitt hallelujalag!

2. Gamlir patriarkar um Jesus profeteraðu,
lærusveinar Hansara vítt Orðið demonstreraðu,
Jesus var við og gjørdi tekin og undur,
tað var Hann, sum sigur vann.

3. Jesus Kristus, Leyvan av Juda ætt og rót,
opnar eygu blindra og ber lamnum heilsubót.
Hvítusunnueldin á jørð Hann her kveikti,
eftir at Hann sigur vann.

4. Midnáttsrópið ljóðar, Guð vekur upp tey deyðu,
reisir upp hin falna og tí blinda gevur eygu.
Brúðurin til reiðar seg ger at møta Honum,
sum ævigan ein sigur vann.