Jesus, mín Frelsari kæri

George Bennard
Orð og lag: George Bennard
Týtt: Hákun Djurhuus

1. Jesus, mín Frelsari kæri,
alt ert tú mínari sál,
áh, sum eg elski at prísa
tær, sum er mið mítt og mál,
tá eg á fjøllum fór villur,
svangur og kaldur var,
Hirðin meg fann og so stillur
heim meg á herðunum bar.

Niðurlag: Jesus! Jesus! Nóg mikið ert tú mær.
Jesus! Jesus! Heilt vil eg fylgja tær.
Bert har, tú ert, vil eg vera,
verður enn leið mín trong,
heimá til Guds vil tað bera,
heim til mín Harra og Kong.

2. Jesus varð hongdur á krossin,
offurlamb gjørdist hann her,
hart har á Golgata heyggi
rópti hann: Fullgjørt alt er!
Kristus sum staðgongumaður
doyði har deyða mín,
skjótt renna upp skal tann dagur,
tá hann meg tekur til sín.

3. Rósan í Saron so føgur,
liljan í dølum so prúð,
fagrastur er hann, mín Jesus,
í mannalíki tók bú.
Eingin sum hann kann meg varða,
vinurin besti er,
honum eg fylgja vil bara,
gleði og frið hann mær ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin