Jesus, mín Harri, í Betlehem lá

Lag: E.E. Hasty
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus, mín Harri, í Betlehem lá
í eini krubbu á fátækum strá,
føddur til spott og til sorg her at fá –
elskaði meg, ja, meg,
elskaði meg, ja, meg,
elskaði meg, ja, meg,
føddur til spott og til sorg her at fá,
elskaði meg, ja, meg.

2. Jesus, mín Harri, á Golgata træ
keypti meg, tí er mín sál frelst í dag,
undurfull, undurfull náði var tað –
leið fyri meg, ja meg,
leið fyri meg, ja meg,
leið fyri meg, ja, meg,
undurfull, undurfull náði var tað –
leið fyri meg, ja, meg!

3. Jesus, mín Harri, hin sami hann var,
sum tá hann forðum beyð syndarum nær –
soleiðis leitaði hann eftir mær,
kallaði meg, ja, meg,
kallaði meg, ja, meg,
kallaði meg, ja, meg,
soleiðis leitaði hann eftir mær,
kallaði meg, ja, meg!

4. Jesus, mín Harri, skal koma nú skjótt,
fast er hans orð og hans lyfti so søtt;
minnist eg tað, so er byrðin mær løtt –
ja, hann skal heinta meg,
ja, hann skal heinta meg,
ja, hann skal heinta meg,
minnist eg tað, so er byrðin mær løtt –
ja, hann skal heinta meg!

FavoriteLoadingGoym tekstin