Jesus, mín Harri, trygt leiða meg skal

Orð og lag: Norman J. Clayton
Týtt: Victor á Lakjuni
Upprunaheiti: He holds my hand

1. Jesus, mín Harri, trygt leiða meg skal
av fold til dýrdarlond;
einki meg sakar, hann førir meg væl,
fast heldur mær hans hond.

Niðurlag: Hann leiðir meg, Jesus varðar meg,
trygt heim til Himmals hann vísir veg,
hvønn dag í varðveitslu hevur meg.
Hann leiðir meg, Jesus varðar meg,
er langt enn á mál,
trygg og bjargað mín sál.
Hann skal leiða meg.

2. Vandarnir hótta, og myrk leiðin er,
men Jesus leiðir meg.
Hann er mín styrki á troyttandi ferð,
um myrkrið hylur veg.

3. Trygt hann mær heldur hvønn dag, hvørja stund
á lívsins vandaveg.
Styrki hann gevur í innastu grund,
til staðin nái eg.

FavoriteLoadingGoym tekstin