Jesus mín, sum elskar meg

Charles WesleyJohn Bacchus DykesMikkjal á Ryggi
Orð: Charles Wesley
Lag: John Bacchus Dykes
Týtt: Mikkjal á Ryggi

1. Jesus mín, sum elskar meg,
flýggja vil eg til tín barm
frá tí svikafulla veg,
skýggja heimsins hatska larm.
Verj meg, fjal meg, Faðir mín,
harðar leika ódnir her!
Leið meg heim í Himmal tín,
har sum einans sæla er!

2. Annað skjól eg veit mær ei,
enn, mín góði Guð, hjá tær;
tronga vegin tú mær greið,
styrk meg, halt meg til tín nær!
Alt mítt álit, øll mín troyst,
Jesus, er aleina tú,
sum frá synd meg hevur loyst
og mær bjóðar himlabú.

3. Meir enn eg man treingja til,
Jesus góði, gavst tú mær;
hvør, sum á teg heita vil,
lív í halgum ljósi fær.
Styrk tú meg í vón og trú,
lær meg heilt at lýða teg!
Bjartur, heilagur ert tú,
svartur, syndabundin eg.

4. Náði tín í yvirflóð
syndir allar bøta kann;
sálin gerst so frísk og fró,
tí hon frelsu hjá tær fann.
O Guðs náðikelda rein,
drekka vil eg títt av tær,
so er grøtt mítt sálarmein,
hægsta sæla givin mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin