Jesus mítt hjarta til eigindóm fái

Orð: Gustaf Blom
Lag: Carl Michael Bellman
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus mítt hjarta til eigindóm fái,
búgva her inni skal hann og bert hann!
Einki á foldum er søtt sum hans náði,
hvílu í kærleika hans eg bert fann.

2. Jesus meg eina úr syndini loysti,
hann, eina hann hevur frían meg gjørt;
hann í mítt hjarta sín kærleika oysti,
gleði og frið til mítt bróst hevur ført.

3. Jesusar ogn skal mítt lív eina vera,
hann er mín brúðgómur, brúður hans eg;
hjálp mær á jørðini vilja tín gera,
tú, sum í rættvísi klætt hevur meg!

4. Jesus aleina mær styrki kann senda
á hesum tunga og einsliga stað;
eg til hans orð og hans blóð má mær venda,
kraft har at heinta mær dag eftir dag.

5. Jesus aleina skal aftan á stríðið
føra meg inn í ta himmalsku havn,
har eg skal gloyma tað, her eg nú líði,
leggja meg trygt í hans trúfasta favn.

FavoriteLoadingGoym tekstin