Jesus, mítt lív, Jesus, mín lyst og gleði

Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus, mítt lív, Jesus, mín lyst og gleði,
Jesus, mín troyst í hørðu royndartíð,
Jesus, tann grund, har mína vón eg byggi,
Jesus, mín styrki, mín hvíld gjøgnum lívsins stríð!
Hygg, syndari,
í Getsemane
Jesu kvøl og angist, sveitta hans og sorg!
Tað var fyri teg, júst fyri teg, hann doyði,
fyri at vinna tær ein bústað í ljósins borg.

2. Hoyr Jesu róp: Fullgjørt er alt! tað ljóðar –
áh, hvør ein sigur, myrkrið vunnið er,
náðin er frí, hvør tann, sum vil, hann komi,
komi og drekki hitt frelsandi lívsvatn her!
Sál, drálar tú,
ivast tú nú?
Áðrenn ov seint verður, far í Jesu favn!
Kom, júst sum tú ert, skyldigur, veikur, armur,
stýr undan ódnini inn í hina tryggu havn!

3. Tá ið so skjótt stríðið á jørð er liðugt,
og tú skalt stíga yvir deyðans flóð,
Jesus er nær, hann heim til sín teg tekur,
har skalt tú gleðast, har hvíla skal sálin móð.
Lovsongur har
ljóðar mót tær,
øll tey frelstu syngja, tú skalt syngja við;
har skal ei synd, sorg ella saknur kennast,
alt andar lukku, sælu og gleði og frið.

FavoriteLoadingGoym tekstin