Jesus, móti Tær eg rætti mínar hendur

Orð og lag: Fríðbjørg Jensen

1. Jesus, móti Tær eg rætti mínar hendur,
og eg veit, Tú taka vilt ímóti mær;
tí í dýrabara Orði Tínum stendur,
at Tú ongan, ongan rekur burt frá Tær.
Og tí komi eg til Tín,
tí einans Tú ert loysnin mín;
Tú tann einasti, ið nú mær bjarga kanst.
Eg kann ei fulltakka Tær,
fyri alt, ið Tú gavst mær;
eg vil rætta mínar hendur móti Tær!

2. Takk, o, Jesus, tí at Tíni lyfti halda,
eingin kann meg ríva út úr Tíni hond.
Tú við dýrabarum blóði mátti gjalda,
ja, á krossinum Tú loysti syndabond.
Á, hvør náði rík og stór,
at Tú til foldar niður fór,
til at doyggja, lata lív Títt fyri meg!
Eg kann ei fulltakka Tær,
fyri alt, ið Tú gavst mær;
eg vil rætta mínar hendur móti Tær!

3. Jesus, tá ein dag mítt lív á fold er endað,
og mítt hjarta ikki meir í barmi slær;
og tá eg á Himna føgru strond skal lenda,
vilt Tú rætta Tínar hendur móti mær!
Á, tær hendur kenni eg,
eg síggi naglamerkini,
sum Tú fekst, tá fyri meg Tú deyðan leið.
Eg kann ei fulltakka Tær,
fyri alt, ið Tú gavst mær;
eg vil rætta mínar hendur móti Tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin