Jesus neyð vára alla sá

Hallgrímur PéturssonPetur Jacob Sigvardsen
Orð: Hallgrímur Pétursson
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur á sumri 2009.

Jesus neyð vára alla sá,
oman kom hann her foldir á,
høgum himni var runnin av,
undir lóg hann seg sjálvan gav.

Villiga fyri okkum gekk,
lýðin Gudi á krossi hekk,
hansara lýdni fyri oss galt,
fullgjørdi tískil løgmál alt.

Fullkomið løgmál fyri teg er,
fullkomið gjald tær loysnarin ber,
fullkomið alt, ið spáað var tá,
fullkomna eigur tú Guds náð.

Harri Jesus, eg takki tær,
tílíkan ugga gavst tú mær,
syndaklædning allan mín
bøtti um guddómskraftin tín.

Hjálpi tú mær, so hjarta mítt
hugsar javnan um dømi títt
og livir her í heimi nú
við reinu samvitsku, røttu trú.

FavoriteLoadingGoym tekstin