Jesus, sál mín hvílir, hvílir

Victor Danielsen
Orð: Jean Sophia Pigott
Lag: James Mountain
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus, sál mín hvílir, hvílir
í tí gleði, hvat tú ert,
og mítt hjarta sær hitt stóra
í tær, Harri, bert!
Tú meg baðst á teg at hyggja,
og tín dýrd mín ogn er nú;
meg við tíni guddómsmegi
heilan gjørdi tú.

Niðurlag:
Jesus, sál mín hvílir, hvílir
í tí gleði, hvat tú ert,
og mítt hjarta sær hitt stóra
í tær, Harri, bert!

2. Áh, hvør stór, hvør rík tín náði,
víðari enn havið stórt,
áh, hvør undurfull tann góðska,
sum meg hevur ført!
Elskaður í tær, eg hvíli
tíni ríku náði í,
veit, í tær tey míni eru,
øll Guds lyfti frí.

3. Einfalt við á teg at líta
mítt er ríkidømi títt,
og tín endaleysa náði
mettar hjarta mítt,
stillar hjartans djúpa longsil,
ger í vøtnunum ein veg
og umgirðir meg við signing –
ja, tú elskar meg!

FavoriteLoadingGoym tekstin