Jesus, sjálvur kom til mín

Orð: Johan Scheffler
Týtt: Jákup Dahl

1. Jesus, sjálvur kom til mín,
lat meg altíð vera tín;
sálarvinur, ver mær hjá,
eina teg eg stundi á.

2. Túsund ferðir trá mín er:
Jesus mær í huga ver!
Túsund ferðir rópi eg:
Jesus, kom, tú gloym ei meg.

3. Heimsins gaman, lyst og gleim
ei eg virði, tí í teim
sálin ongan friðin fær,
Jesus, hann fæst bert hjá tær.

4. Heimsins mátt og skart og eyð,
mær als einki er um tey;
kæri Jesus, líðing tín
eina veri heiður mín!

5. Verður alt mær tikið frá,
um bert teg eg eiga má,
so at tú ert lutur mín,
tá fær sálin ugga sín.

6. Eingin annar sleppur inn
mær í hjarta, sál og sinn;
kom tí Jesus, hjá mær búgv;
veit mær vón og treyst og trúgv!

7. O, Guðs sonur, náði tín,
altíð er mær lívdin mín.
O, Guðs lamb, títt dýra blóð
er mær sálarbótin góð.

8. Tær eg flýggi mína sak,
sút og stúran frá mær tak,
Jesus, sálarvinur mín,
alt mítt álit er til tín.

9. Nú eg tolin bíða vil,
hesa bøn eg leggi til:
Jesus, styrk tú mína lund,
tá ið kemur evsta stund.

FavoriteLoadingGoym tekstin