Jesus skal fáa hægsta heiður

Orð og lag: Chris Bowater
Týtt: Øssur Berghamar

Jesus skal fáa hægsta heiður,
fullkomnan lovsong einaferð.
Lat jørð og himmal saman hann upp hevja,
ið ber tað navn, ið yvir øllum er.

Vit falla mugu eyðmjúkt við hans føtur,
tí ein dag skal boyggjast hvørt eitt knæ,
hvør tunga játta skal: Jesus Kristus Harri er,
Sonur Guds, vit prísa tær í dag.

Tí øll signingin, dýrdin og æran
hoyra tær til, hoyra tær til,
øll signingin, dýrdin og æran
hoyra tær til, hoyra tær til,
tú Sonur Guds, harri í ævirnar.

FavoriteLoadingGoym tekstin
Loading the player...