Jesus skal leiða meg trygt gjøgnum lívið

Orð og lag: Haldor Lillenas
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Jesus will walk with me
Onnur týðing

1. Jesus skal leiða meg trygt gjøgnum lívið,
Jesus skal leiða og vísa mær veg.
Um mangan toka á vegin man koma,
tá hann er við mær, ei óttast skal eg.

Niðurlag: Jesus, hann leiðir meg,
hann vil varða meg,
hann vil leiða meg.
Í sorg sum í gleði,
ja, á hvørjum degi
mín frelsari leiðir meg.

2. Jesus skal leiða meg, tá eg í trongdum
flýggi frá fíggindum, sum freista meg.
Alt tað, mær tørvar, frá honum eg fái,
við dýra blóði hans keyptur varð eg.

3. Jesus skal leiða meg á hvørjum morgni,
og tá ið skýggj boða kvøldinum frá.
Í lív og deyða hann ei skal meg gloyma,
leiðir, til gullgøtum eg standi á.

FavoriteLoadingGoym tekstin