Jesus, sum av Himli steig

Orð: Victor Danielsen
Lag: Elieser Poulsen

1. Jesus, sum av Himli steig,
fyri okkum deyðan leið,
elskaði og gloymdi ei
lítið barn sum meg.

Niðurlag: :,: Lítið barn sum meg, :,:
Jesus elskar, gloymir ei
lítið barn sum meg.

2. Fyri børn hans blóð jú rann,
teimum ævigt lív hann vann,
Jesus elskar, frelsa kann
lítið barn sum meg.

3. Tí eg Jesus elska má,
ganga her hans leiðum á,
lata hann sum gávu fá
lítið barn sum meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin