Jesus tær býður, hann rópar til tín

Orð: Katharine E. Purvis
Lag: Charles F. Green
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus tær býður, hann rópar til tín:
Skuldtyngdi syndari, kom nú til mín!
Náði hann gevur tær, hjálpa hann kann;
gev honum hjarta títt, trúgv nú á hann!

Niðurlag:
Kom nú, tí hann hevur neyð tína sæð,
vraka tí ikki hans náði í dag!
Jesus teg biður koma til sín,
eymliga kallar hann: Kom nú til mín!

2. Á vegnum breiða – ei hvíld fært tú har,
vegurin smali er leiðin hjá tær –
smalur, Guds signing tó ljósan hann ger,
heim til gullstaðin hin vegurin ber.

3. Kom nú til Jesus og trúgv nú á hann!
Frelsa teg vil hann, og frelsa hann kann;
hurðin er opin, og náði enn fæst,
skunda tær, kom, áðrenn hurðin er læst!

FavoriteLoadingGoym tekstin