Jesus tær býður: Kom til mín!

Orð og lag: Tim Spencer
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Open your heart

1. Jesus tær býður: „Kom til mín!
Tak mót tí frelsu, ið rætt er til tín,
lív títt við míni náði krýn,
kom, inn á hin smala vegin nú trín.“

Niðurlag: Tak í Jesusar særdu hond,
hann vil vísa tær veg.
Vinur tær trúgvur verður hann,
sum trygt gjøgnum lívið leiða teg kann.
Gev honum lív títt nú!

2. Vend tær til hann, ei drála meir,
sum tú ert kom til hann!
Gev honum hjarta, sál og sinn,
í hansara ørmum hvílu tú finn.

FavoriteLoadingGoym tekstin