Jesus, takk fyri alt, sum eg lærdi

Orð: Carl Martin Köhn
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus, takk fyri alt, sum eg lærdi
frá tí degi, tá frelstur eg varð,
eg, sum ivin og óttin fyrr tærdu,
og tað vónleyst mót deyðanum bar,
til títt blóð í mín stað
eg sá renna ein dag –
Jesus, takk, at tú vísti mær tað!

2. Fyrr eg trygt meg í synd havi kastað
uttan hugsan um deyða og dóm,
havi sorgleyst til undirgang hastað,
meðan sálin var vónleys og tóm;
Jesus vísti mær seg,
frelstur nú eri eg,
eg, sum fyrr gekk í myrkri mín veg.

3. Nú er hjarta mítt uppfylt av gleði,
tí eg veit, skjótt skal enda mítt stríð,
skjótt nú lýsir av ævigum degi,
skjótt er sálin úr royndunum frí;
við teim sælu eg tá
mína hørpu skal slá
og mín signaða Frelsara sjá.

4. Takk, áh, Jesus, hvør dagur, sum gongur,
ber meg nærri mót heiminum har!
Inntil toka og nátt ei er longur,
vil eg leiðast og førast av tær,
til mín frígjørda ond
sær ta skínandi strond,
sær tey ævigu friðarins lond.

FavoriteLoadingGoym tekstin