Jesus, takk, at tú meg frelsti

Orð: Alfred Steensen
Lag: J.C. Bitthauer

1. Jesus, takk, at tú meg frelsti
mínum ungu árum í!
Nú ert tú mín vinur besti,
vilt tað vera alla tíð.

2. Mangan myrkrið hevur vunnið,
síðan tú meg loysti út;
tú meg aftur hevur funnið,
bøtt mær sálarsorg og sút.

3. Harri Jesus, lat meg finna
hvílu alla tíð hjá tær,
lat ei Satan valdið vinna,
víki freisting hans frá mær!

4. Áh, hvør gleði tað skal verða,
tá eg síggja skal ein dag
teg, bert teg, og prís fram bera –
áh, hvør verður sál mín glað!

FavoriteLoadingGoym tekstin