Jesus teg bønar, hvat svarar tú

Fanny CrosbyVictor Danielsen
Orð: Fanny Crosby
Lag: Mrs. N. Bliss Wilson
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus teg bønar, hvat svarar tú,
verður tú frelstur í kvøld?
Um tú vilt trúgva, hann frelsir teg nú;
verður tú frelstur í kvøld?
Sorgarfult talar hann, hoyrir tú ei:
Kanst tú í kvøld enn mær svara nei?
Heldur tú fram tá ta gomlu leið?
Áh, verður tú frelstur í kvøld?

2. Jesus varð krossfestur fyri teg;
verður tú frelstur í kvøld?
Sigur tú takk, at hann ofraði seg?
Verður tú frelstur í kvøld?
Har vísti Jesus tær kærleik sín,
vilt tú, so kanst tú hann kalla tín;
drekkur tú tá enn hitt gamla vín?
Áh, verður tú frelstur í kvøld?

3. Jesus enn stendur og bankar her;
verður tú frelstur í kvøld?
Hvat, um hann bankaði seinastu ferð!
Verður tú frelstur í kvøld?
Aftur og aftur tú hoyrdi hans rødd,
helst tá ið sál tín var troytt og mødd;
skal hon til lívið nú verða fødd?
Áh, verður tú frelstur í kvøld?

4. Kanska hin røddin nú tagnar brátt;
verður tú frelstur í kvøld?
Tá er bert eftir ein ævig nátt;
verður tú frelstur í kvøld?
Trúgv tí í kvøld, sál, og drála ei!
Trúgvast skal orðið, ei følast, nei;
set nú tín fót á ta góðu leið,
áh, trúgv og ver frelstur í kvøld!

FavoriteLoadingGoym tekstin