Jesus, tín Frelsari, leið í tín stað

Orð og lag: Mrs. H.S. Lehman
Týtt: Richard Danielsen
Upprunaheiti: Tomorrow may be too late

1. Jesus, tín Frelsari, leið í tín stað.
Syndarans deyða ei ynskir hann tað,
tí tína vegna hans blóð runnið er,
reinsar, og ævigt tað ber.

Niðurlag: Kom til tín Frelsara, kom nú í dag,
nú ið hann kallar teg, far ei avstað.
Tímarnir fara, so skjótt tíðin rann,
í morgin – hvør kennir hann?

2. Royn ongan annan hátt, tað frelsir ei,
gerðir ei hjálpa her, leiðin er greið.
Dagin í dag, ongan betri tú fær,
gev tí Guds kalli nú svar!

3. Lít ei á dagin í morgin, áh, nei!
kend er okkara framtíðarleið.
Harranum leingist at frelsa teg nú,
stendur og bíðar, vilt tú?

FavoriteLoadingGoym tekstin