Jesus, tíni sár og pína

Orð: Bernard úr Clairvaux
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus, tíni sár og pína,
krossur tín og kvøl og deyð,
ugga meg og grøða mína
likamssótt og sálarneyð;
sníkir synd seg í meg inn,
styrkir tað mítt veika sinn,
eg við tær skal deyður vera,
krossin tín á foldum bera.

2. Tá ið holdið sær í kæti
syndasteypið skeinkja vil,
tá er tað mær hjálp og bati,
eg tín deyða minnist til;
herjar Satan hart á meg,
sum mín skjøld eg nýti teg;
fær hann tíni sár at síggja,
má við skomm hann undan flýggja.

3. Vil meg verðin villan leiða
av tí smølu gøtuni
inn á syndavegin breiða,
eg tá minnist, Frelsari,
tína sváru sorg og sút
fyri meg at loysa út!
Tá mítt hjarta stilt kann vera,
ilt mær ei kann ófrið gera.

4. Mína vón á teg eg grundi,
tú, mítt ljós á villum veg!
Deyðans vald tú hevur bundið,
so hann ei kann deyða meg;
at eg eigi, Jesus teg,
troystar, tryggjar, frelsir meg,
lívið ævigt tú mær gevur,
sum títt orð mær lovað hevur.

FavoriteLoadingGoym tekstin