Jesus, títt blóð, tín rættferð nú

Orð: Nikolaus Ludwig von Zinzendorf
Lag 1: Handel Parker
Lag 2: Robert Henry Earnshaw
Lag 3: Timothy Richard Matthews
Týtt úr enskum: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Christi blut und gerechtigkeit / Jesus, Thy Blood and Righteousness

1. Jesus, títt blóð, tín rættferð nú
mítt prýði er, mítt dýrdarskrúð.
Íklæddur hesi kann eg frítt
við frøi hevja høvur mítt.

2. Tá eg av foldum hevjist hátt
til bústað mín í Himli brátt,
tá verður hetta verja mín:
Jesus, títt blóð og rættferð tín.

3. Djarvur hin stóra dag eg skal
standa í virði tínum væl.
Reinur í blóðinum, sum rann,
ei nøkur synd meg kæra kann.

4. Óplettað hetta skrúðið skal
meg bera gjøgnum dómsins dal.
Ei aldur dálka dýrd tess kann,
Guds rættferðskrúð er reint sum hann.

5. Lat meg, sum eitt sinn deyðans var,
áh, Harri, frøa meg í tær.
Jesus, títt blóð, tín rættferð nú
mítt prýði er, mítt dýrdarskrúð.

FavoriteLoadingGoym tekstin