Jesus tosar mangan um Sín Faðirs bústað

Orð: Aileene Hanks
Lag: In my Fathers house
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Jesus tosar mangan um Sín Faðirs bústað,
at har rúm er fyri hvønn sum á Hann trýr;
Hann er farin frammanundan heim til Staðin,
at tilbúgva okkum bústað, har Hann býr.

Niðurlag: Á, ei vraka Frelsaran, sum til tín talar,
um tú koma vilt til ljósu Himnasalar;
tí har finnast mangir bústaðir á Himni,
um tú trýrt, so skalt tú Himmallandið ná’.

2. Jesus krossardeyðan leið og tók burt dómin,
ja, Hann gav Seg heilt og loysti heimin út.
Og eg veit, ein Morgun signaður skal rísa,
hin nýggja jørðin verður frí frá sorg og sút.

3. Eru vinir, sum tú hevði, farnir frá tær?
Sat í einsemi og græt tú manga ferð?
Vend tær burt frá syndini og kom til Jesus,
tá tú møtir Honum, Hann teg frían ger!