Jesus, tú á tíni øll

Orð: Steinvør Olsen
Lag: Jens Guttesen

1. Jesus, tú á tíni øll
lýða vilt í himnahøll.
Her er ein, ið biður teg –
lýð á meg.

2. Vís mær leið, eg ganga má,
gev mær vilja tín at sjá,
liva lív mítt her við tær
hjálp tú mær.

3. Veit mær sinnalag sum títt,
æra teg má virki mítt,
Frelsari, eg bøni teg,
hoyr tú meg.

4. Nú eg leggist, ver mær nær,
eg jú eri ogn hjá tær.
Meg við tínum blóði jú
keypti tú.

5. Tú, sum stórur, sterkur er,
verj tú okkum niðri her,
set um oss við tíni makt
einglavakt.

FavoriteLoadingGoym tekstin