Jesus, tú besti vinur mín!

Orð og lag: Samuelina Viðstein

1. Jesus, tú besti vinur mín!
Eg nú og altíð eri tín;
einki kann skilja meg frá tær,
tað sigur orð títt mær.

2. Eg langa tíð ei kendi teg,
men gekk mín egna myrka veg,
inntil eg so fekk eyga á
Jesus á Golgata.

3. Jesus, tú doyði á krossinum,
men nú tú livir í Himlinum;
har gert tú liðugt heimið mítt,
prís fái navnið títt!

4. Kom, Harri Jesus, ja, kom skjótt!
Hetta ber hvíld til hjartað møtt;
upp móti Himli hyggi eg,
Jesus, at síggja teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin