Jesus, Tú ert sólin bjarta

Orð: Don Williams (ørindi 1-2) og Kajfinn Hammer (ørindi 3-6)
Týtt: Kajfinn Hammer (ørindi 1-2)

1. Jesus, Tú ert sólin bjarta
kærleikin, sum fjalir fjøld av synd
gevur lív til hvørja skepnu,
opnað hevur øllum Lívsins lind.

Niðurlag: Tú ert breyðið, tá eg hungri,
skjøldur mín í stormsins myrku nátt;
ja, tá alt gerst myrkt umkring meg
gevur Tú av nýggjum vón og mátt.

2. Tá eg kenni, at eg troyttist,
tá ert Tú mín styrki og mín kraft;
tá eg falli, skeivur fari,
kemur Tú og loysir hvørt eitt haft.

3. Tú ert falnum miskunnsamur,
grøðir sjúku, sløkkir sorg og trá;
Tú, mín Guð, hin mikli Jahwe,
kletturin, har keldan fløðir frá.

4. Tú ert uppreisnin og lívið,
fyri meg leið krossins svára deyð;
fyri misbrot míni særdur,
fyri meg ert bjarging mín í neyð.

5. Tá mær møta tungar stundir,
og frá mær øll burt sær hava vent;
óndar tungur herja, særa,
tá í sál eg aftur havi kent:

6. Tá ið síðsti stormur herjar,
og eg stíga skal um deyðans gátt,
tá ert Tú mín sæla verja,
lívsins vón og ljós í deyðans nátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin