Jesus, tú Guds Lamb

Orð og lag: Dennis Jernigan

Jesus, tú Guds Lamb,
verdigt er títt navn. (×2)

Tú ert mín verja og mín borg,
tú ert mín troyst í hvørji sorg.
Jesus, eg elski teg,
tú ert mín skattur og mítt lív.
Tráan mín stendur øll til tín.
Jesus, eg elski teg.

Tú bar á krossi mína skuld,
uppreist í tær mín synd er huld.
Jesus, eg elski teg.
Um enn mín fótur snávar á,
fylling frá tær tú læt meg fá.
Jesus, eg elski teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin