Jesus, tú mín gleði

Johann CrügerJohann Sebastian Bach
Orð: Johann Crüger
Lag: Johann Sebastian Bach
Týtt: Árni Jacobsen

1. Jesus, tú mín gleði,
hjartans fjalda megi,
prýði mínar sál.
Áh, hvør langt og leingi
skal mítt hjarta bangið
tráa fram á mál
heim til tín, ja, brúðgóm mín?
Uttan teg á foldum vera
gleði ei kann bera.

2. Vík burt sorgarandi,
horvin er nú vandi
– Jesus gjørdi ljóst.
Ei eg óttist longur,
søtur heimlandssongur
fyllir nú mítt bróst.
Tolast má her spott og háð.
Verður sjálvt á dimmum vegi
Jesus, tú mín gleði!

FavoriteLoadingGoym tekstin