Jesus, Tú mín gleðikelda

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Jesus, Tú mín gleðikelda,
Tú ert verdur lovsang mín!
Jesus, takk, tí at Tú vildi
taka á Teg straffin mín!
Blóðsins kraft frá synd meg reinsar
sál mín verður hvít sum lín.
Jesus, eg Tær takki fyri
endaleysa kærleik’ Tín.

2. Nú ei longur finst fordøming
fyri tann, sum á Teg trýr!
At eg eigi arvin mikla
váttar Andin, í mær býr!
Tú lætst ongan vera áleina,
nei, Tú sendi Anda Tín;
og nú heldur Tínum uppi
sterka Faðirhondin Tín!

FavoriteLoadingGoym tekstin