Jesus, Tú, mín leiðarstjørna

Orð: Maria Jacobsen
Lag: Bjart várs Faðirs náði skínur

1. Stjørna bjørt á myrkum vegi,
Jesus, ert Tú vorðin mær.
Náttin víkja má for degi,
eri eg bert nær hjá Tær.

Niðurlag: Jesus, Tú, mín leiðarstjørna
trygt meg føra skalt á mál.
Lat so villar bylgjur bróta,
eg meg leggi í Tín favn.

2. Tá ið forðum vísmenn gingu
uttan mál og uttan mið,
brádliga á Himli lýsti
stjørnan bjarta, gav teim frið!

3. Eftir tað so trygt teir gingu,
lótu hana leiða seg.
Einki kundi burt teir villa,
stjørnan bjarta vísti veg!

4. Ert tú sum teir gomlu vísmenn,
gongur tú á myrkum stað?
Lít mót Himli! Stjørnan blanka
lýsir líka bjørt í dag!

5. Tá títt eyga hana skoðar,
rætt sum teir – tað sama ger!
Lat bert stjørnuna teg leiða,
– ikki hesa tómu verð!

FavoriteLoadingGoym tekstin