Jesus, Tú, sum blóð Títt hevur givið

Orð: Eden R. Latta
Lag: H. S. Perkins
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Jesus, Tú, sum blóð Títt hevur givið,
lít til mín og grøð mína neyð;
tváa meg í Golgata keldu,
tí mín synd, mín skuld er so reyð.
Leingi eg gekk blindur í villu,
men Tú, Harri, slepti mær ei tó;
tváa meg í Guðs Sonar blóði,
so hvítari eg verði enn snjó!

Niðurlag: Hvítari enn snjó, hvítari enn snjó,
tváa meg í Guðs Sonar blóði,
so hvítari eg gerist enn snjó!

2. Harri, síggj, mær leingist at vera
bæði nú og í ævir Tín;
loys meg út úr øllum, sum vil binda,
Drag Tú sjálvur mítt hjarta til Tín.
Síggj, við krossin nígi eg niður,
liva nú og doyggja vil eg har!
Tváa meg í Guðs Sonar blóði,
so hvítari eg verði enn snjó!