Jesus, tú, sum elskar meg

Orð: Charles Wesley
Lag: John B. Dykes, Joseph Parry, Simeon B. Marsh
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus, tú, sum elskar meg,
lat meg hvíla meg hjá tær!
Fíggindin, hann fylkir seg,
pílar hans mær flúgva nær.
Fjal meg, áh, mín Frelsari,
meg í lívsins stormum fjal,
til í Himli høga meg
eingin stormur saka skal!

2. Annað skjól eg eigi ei,
skjøldur mín ert eina tú,
tú vilt meg ei svíkja, nei,
eins og fyrr tú frelsir nú!
Lat tú lýsa andlit títt,
tá ið myrk er leiðin mín
verjuleysa høvur mítt
fjali veingjaskuggi tín!

3. Tú ert alt, ið tørvar mær,
tú kanst grøða hvørja sótt,
tú hjá mær, og eg hjá tær –
tá er tyngsta byrði løtt;
øll mín rættvísi ert tú,
ónt er alt, sum býr í mær,
hvør, ið hevur á teg trúð,
frið og náði fann hjá tær.

4. Sváru syndaskuldina
fjaldi fría náði tín;
tak nú burtur smittuna,
reinsa kropp og anda mín!
Lat meg drekka so av tær,
tú, sum lívsins kelda er,
at tín náði frí frá mær
flóta kann til onnur her!

FavoriteLoadingGoym tekstin