Jesus, tú, sum elskar mína sál

Orð: Edward Henry Joy, Arthur S. Arnott
Lag: Arthur S. Arnott}
Týtt: Petur William Háberg

1. Jesus, tú, sum elskar mína sál,
tú, sum allar syndir mínar bar,
tú, sum grøðir hjartans djúpu sár,
Jesus, tú ert meir enn alt hjá mær.

Niðurlag:
:,: Jesus, tú ert meir enn alt hjá mær, :,:
alla gleði eigi eg í tær,
Jesus, tú ert meir enn alt hjá mær.

2. Hvat er heimsins gleði fyri meg,
hvat er alt á jørð, mítt eyga sær?
Longsil mín er bert at síggja teg,
Jesus, tú ert meir enn alt hjá mær.

3. Við tín særda fót eg leggi meg,
lív og heilsu vil eg ofra tær,
tala, Harri, so til mína sál,
Jesus, tú ert meir enn alt hjá mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin