Jesus, Tú, sum meg trúfast ber

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Jesus, Tú, sum meg trúfast ber,
tváaði av mær syndarinnar skarn;
uttan Teg einki eri eg,
men nú eri eg Títt barn.

Niðurlag: Tá eg stúri her, vilt Tú hjálpa mær,
Tú við Orði Tínum troyst mær ber.
Hvat mær møtir her, líti eg á Teg,
Tær til æru vil eg liva her.

2. Ber mín leið gjøgnum táradal,
vilt Tú gera hann til eitt kelduvað!
Ert Tú nær hvørvur sorg og kvøl,
sál mín syngur frí og glað.