Jesus um ævirnar Harri er

Orð og lag: Donald Fishel
Týtt: Øssur Berghamar

1. Jesus um ævirnar Harri er,
himmal og jørð hann á hondum ber.

Niðurlag: Halleluja! Halleluja!
Lat tað ljóma á hvørjum stað.
Hann er risin, halleluja! og livir í dag.

2. Lat okkum boða tað víða hvar:
Jesus, hann livir – er altíð nær.

3. Krossfest við honum, vit eru – tó
livandigjørd, tí at hann upp stóð.

4. Frelsari vár, títt er valdið alt,
tilbiðjan hjartans tú eiga skalt.

FavoriteLoadingGoym tekstin