Jesus, um teg vil eg syngja

Nils FrykmanVictor Danielsen
Orð: Nils Frykman
Lag: Ókendur
Týtt úr donskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Jesus, om dig vill jag sjunga (Jesus, om dig vil jeg synge)

1. Jesus, um teg vil eg syngja,
tú, sum úr leinkjum meg loysti,
:,: tú, sum av deyða meg reisti –
lær meg at syngja um teg! :,:

2. Nú eru bondini slitin,
Jesus nú býr mær í hjarta,
:,: horvin er náttin hin svarta,
Jesus er ljós mítt og lív. :,:

3. Við míni hørpu eg siti
glaður í veingjanna skugga,
:,: fyrr kundi einki meg ugga,
nú hevur hjarta mítt frið. :,:

4. Nú kann eg Jesusi lova,
nú kann mín sál honum prísa,
:,: hjarta mítt ynskir at vísa
øðrum hans kærleik og mátt. :,:

5. Tá so mín tíð er at enda
í hesum skugganna dali,
:,: tá skal í Himmalsins sali
betur eg syngja hans prís. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin