Jesus, undurfullur ert tú mær

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Róðin Thomsen
Upprunaheiti: Jesus, underfull Du er for meg

1. Jesus, undurfullur ert tú mær,
nú mítt hjarta frøast vil í tær!
:,: Vakrastur tú fram um túsund er,
fylgir mær, hvar fótur mín meg ber.:,:

2. Jesus, takk tú doyði fyri meg,
tá tú sjálvur lív títt ofraði!
:,: Takk øll náði, miskunn frá tær er,
og hvønn dag tú altíð hjá mær ver! :,:

3. Bikar frelsunnar eg hevja vil;
øðrum vísa, hvønn eg hoyri til.
:,: Eg um teg vil øllum siga frá:
at hvør syndari kann frelsu fá. :,:

4. Lat meg vera tær til reiðar, tá
eg skal fara hesum foldum frá!
:,: Skjótt tú tíni flytur heim ein dag
til Jerusalem – hin nýggja stað. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin